Raun

Full breidd
Innihald

  1. Fylki
    1. Útnyrðings-Noreg
    2. Útsynnings-Noreg
    3. Suður-Noreg
    4. Landsynnings-Noreg
    5. Landnyrðings-Noreg
    6. Norður-Noreg
  2. Býar, bygdir og aðrir staðir


Fylki:

Útnyrðings-Noreg:

Møri (Mør), kv. Møre, frá norrønum Mǿrr (á Mǿri), ísl. Mæri.

Norðmøri (Norðmør), kv. Nordmør(e), norr. Norðmǿrr.

Reymsdalur, k. Raumsdal (Romsdal), norr. Raumsdalr, ísl. Raumsdalur.

Sunnmøri (-mør), kv. Sunnmør(e), norr. Sunnmǿrr (ijo-stovnur), ísl. Sunnmæri.

Firðir, k flt. Fjordane, norr. Firðafylki, ísl. Firðafylki.

Firðafylki, h. Fjordane.

Norðfjørður, k. Nordfjord.

Sunnfjørður, k. Sunnfjord.

Útsynnings-Noreg:

Sogn, k. Sogn, norr. Sogn.

Hørðaland, h. Hordaland, norr. Hǫrðaland, ísl. Hörðaland.

Norðhørðaland, h. Nordhordland.

Miðhørðaland, h. Midhordland.

Sunnhørðaland, h. Sunnhordland.

Vørs, kv. Voss, norr. Vǫrs.

Harðangur, k. (í Harðangri) Hardanger, norr. Harðangr (-angrs, -angri), ísl. Harðangur.

Rogaland / Rugaland, h. Rogaland, norr. Rogaland, av rugr (hvsf. flt. roga).

Heygaland, h. Haugalandet.

Ry(gja)fylki, h. Ryfylke, norr. Rygjafylki, av rygir og rugr.

Jaðari(n), m. Jâren (Jæren), frá norr. jaðarr.

Dalar, m flt. Dalane.

Suður-Noreg:

Agdir, m flt. Agder, norr. Agðir (á Ǫgðum), Ęgðafylki, ísl. Agðir.

Rábyggjaløg, h flt. Råbyggjelag, norr. Rábyggjalǫg.

Landsynnings-Noreg:

Telamørk, kv. Telemork (Telemark), norr. Þelamǫrk, Þilamǫrk, ísl. Þelamörk.

Vestfold, kv. Vestfold, norr. Vestfold.

Eystfold, kv. Austfold, norr. Austfold.

Biskupsruð, h. Buskerud, norr. Biskupsruð.

Ringaríki, h. Ringerike, norr. (og ísl.) Hringaríki.

Haddingjadalur, k. Hallingdal, norr. Haddingjadalr, ísl. (Haddingjadalur).

Landnyrðings-Noreg:

Valdres, h, norr. Valdres, frá *wald- (skógur) og *les (beiti).

Upplond, h flt. Upplond, -i (Oppland, -a), norr. Upplǫnd, ísl. Upplönd.

Heiðmørk, kv. Heidmork, -i (Hedmark, -en), norr. Heiðmǫrk, ísl. Heiðmörk.

Guðbrandsdalur, k. Gudbrandsdalen, norr Guðbrandsdalir (flt.).

Eystridalur, k. Øysterdalen, norr. Eystridalr.

Orkadalur, k. Orkdalen, norr. Orkadalr, *Orkardalr.

Gaul(ar)dalur, k. Gauldalen, norr. Gaulardalr, Gauldǿlafylki.

Trøndaløg, h flt. Trøndelag, norr. Þrǿndalǫg, ísl Þrændalög.

Tróndheimur, k. Trondheim, norr. Þrónd(h)eimr, ísl. Þrándheimur.

Norður-Noreg:

Norðurland (-lond), h. Nordland, ísl. Norðurland.

Helgaland, h. Helgeland, norr. Hálogaland.

Sal(f)ti, k. Salten, norr. Salfti, Salpti.

Ófóti, k. Ofoten, norr. Ófóti.

Lófót, kv. Lofoten, norr. Lófót, ísl. Lófót.

Vesturálur, k. Vesterálen, norr. Vestráll, Vestrálar.

Trums, kv. Trums (Troms), norr. Trums, ísl. Trumsfylki.

Finnmørk, kv. Finnmork (Finnmark), norr. Finnmǫrk, ísl. Finnmörk.


Býar, bygdir og aðrir staðir:

(lg)sn, kv, á Norðmør. Fosn(a), norr. Fólgsn (goymistað), av fela (goyma, loyna).

Moldar (Moldi?), kv flt., í Reymsdali. Molde, norr. Moldar, av mold.

Reym, kv, í Reymsdali. Raum (Rauma), norr. *Raum av Raumr (fjarðarnavnið).

Ándalsnes, h, í Reymsdali. Åndalsnes, norr. *Ámdalr av ámr og dalr, og Nes.

Harhamar (Harhamari?), k, á nyrðri Sunnmøri. Haram, norr. Harhamarr, av har (grótbotnur) og hamarr.

Skøðin, kv, á nyrðri Sunnmøri. Skodje [²skœʏːə], norr. *Skǫðvin, av skaði og vin.

Giski, k, á nyrðri Sunnmøri. Giske, norr. Gizki (dúkur, lappi).

Álasund, h, á nyrðri Sunnmøri. Ålesund, norr. *Álasund, ísl. Álasund.

Spjálkarvík, kv, á nyrðri Sunnmøri. Spjelkavik, norr. spjǫlk (spjalkar).

Geirangur / Gerangur, k, á nyrðri Sunnmøri. Gjorangen (Geiranger), norr. *Gerangr, kanska av gor, ísl. Geirangur.

Heilagsult, kv, á nyrðri Sunnmøri. Hellesylt, norr. heilagr og *sult (vátt, salthavið lendi ið liggur lágt).

Sunnilvi, k, á nyrðri Sunnmøri. Sunnylven, norr. *Sunniflir.

Strond, kv, á nyrðri Sunnmøri. Stranda, norr. strǫnd.

Síkilvi / Sikkilvi, k, á nyrðri Sunnmøri. Sykkylven, norr. *Síkiflir, av sík (lítil stillur løkur) og -iflir / *viflir.

Eyrar / Eyr, k (flt), á nyrðri Sunnmøri. Aure, norr. Aurar, av aurr (eyrur).

Streymgerði, h, á nyrðri Sunnmøri. Straumgjerde, norr. straumr og gerði.

Íkorn(a)nes, h, á nyrðri Sunnmøri. Ikornnes, norr. íkorni og nes.

Sæbøur, k, á nyrðri Sunnmøri. Sæbø, norr. Sæbǿr, Sævarbýr.

Haðareið, h, á syðri Sunnmøri. Hareid, norr. Haðareið, av Hǫð (Høður) og eið.

Ulvsteinur, k, á syðri Sunnmøri. Ulstein, norr. Ulfsteinn, av ulfr og steinn.

Fó(lg)snarvágur, k, á syðri Sunnmøri. Fosnavåg, norr. Fólgsn (gamalt navn) og vágr.

Miklibólstaður, k, á nyrðri Sunnmøri. Myklebust, norr. *Myklibólstaðr, av mikill, ból og staðr.

Gurski, k, á syðri Sunnmøri. Gursken, norr. Gurski.

Gurskaoy, k, á syðri Sunnmøri. Gurskøy, norr. Gurski og ey.

Ørst, kv, á syðri Sunnmøri. Ørst(a), norr. Ǿrstr (í Ǿrstr).

Høvdi, k, (Høvdabygd, kv) á syðri Sunnmøri. Hovden, Hovdebygda, norr. hǫfði (og byggð).

Ríggjanes, h, á syðri Sunnmøri. Rjånes, norr. (rjá-) og nes.

Vøld, kv, á syðri Sunnmøri. Vold(a), norr. Valdr (gamalt fjørðnavn), *Vǫld (?).

Vøldsfjørður, k, á syðri Sunnmøri. Voldsfjorden, norr. Valdr.

Bjørkudalur, k, á syðri Sunnmøri. Bjørkedal, norr. *Bjǫrkudalr, Bjǫrkudalsmýrr, av áarnavnið *Bjarka.

Dalsfjørður, k, á syðri Sunnmøri. Dalsfjorden og Dalsfjord (herad), norr. dalr og fjǫrðr.

Dravleysur, k, á syðri Sunnmøri. Dravlaus, norr. draf (drav) / drafli (norskur mjólkarrættur) og lauss.

Úlvastaður (Úlvu-), k, á syðri Sunnmøri. Ulvestad, norr. ulfr, *Ulfa (gamalt áarnavn); *Ulfa-/Ulfustaðir.

Leyvstaður, k, á syðri Sunnmøri. Lauvstad, nýtt navn fyri Fit, dan. Løvsted.

Fit, kv, á syðri Sunnmøri. Fìta (Feta), norr. fit (vátligt láglendi), dan. Feden.

Valdsvík (Veldsvík), kv, á syðri Sunnmøri. Velsvikja (Velsvik), norr. *Valdsvík, av Valdr (fjarðarnavnið) og vík.

Røðvin (Røvdin), kv, á syðri Sunnmøri. Rovde (Rovdarne), norr. *Rǫðvin, av rǫð (røð).

Syvdsfjørður, k, á syðri Sunnmøri. Syvdsfjorden,

Syvdi, k, á syðri Sunnmøri. Syvde, norr. *Syfðir.

Vanilvi, k, á syðri Sunnmøri. Vanylven, norr. Vaniflir.

Strón, kv, í Norðfirði. Stryn, norr. Strjón.

Flóra, kv, í Sunnfirði. Flora (Florø), norr. Flóra.

Fyrði, k, í Sunnfirði. Fyrde (Førde), norr. í Fyrði, hvørjumfall av fjǫrðr (firði).

Tjúgur (Tjúgvar?) / Tjúgum, kv/k flt (hvmf), í Innara Sogni. Tjugadne (Tjugum), norr. *Þjúga ella *Þjúgi, av þjó (tjógv).

Balastrond, kv, í Innara Sogni. Balestrand, norr. Bali.

Leik(v)angur, kv, í Innara Sogni. Leikanger, norr. Leikvangir flt., Leikvangr.

Sógna(r)dalur, k, í Innara Sogni. Sogndal, norr. Sóknardalr, «Soghnardall/Soghnadall» 1361.

Læradalur, k, í Innara Sogni. Lærdal, norr. Læradalr, *Lærardalr av *Lærr (áarnavn).

Vík, kv, í Innara Sogni. Vik, norr. Vík.

Hoyggjangur, k, Høyangsfjord (Høyanger), norr. hey (hoyggj) og angr (fjørður).

Guli, k, í Uttara Sogni. Gulen, norr. Guli (smb. gulaþing) av gul (vindurin).

Eysturheimur, k, í Norðhørðalandi. Austrheim, norr. Austrheimr.

Alviðra, kv, í Norðhørðalandi. Alvidra (Alver), norr. Alviðra.

Knarrvík, kv, á Norðhørðalandi. Knarrvik (Knarvik), norr. knǫrr (knarrar) og vìk.

Ósturoy, kv, á Norðhørðalandi. Osterøy, norr. Óstr.

Vørsarvangur, k, í Vørs. Vossavangen, norr. vangr.

Bjørgvin, kv, í Hørðalandi. Bjørgvin (Bergen), norr. Bjǫrgvin (vestur), Bergvin (eystur), ísl. Björgvin.

Storð, kv, í Sunnhørðalandi. Stord, norr. Storð, ísl. Storð.

Bymbil, kv, í Sunnhørðalandi. Bỳmbli (Bømlo), norr. Bymbil, *Bymli.

Heygasund, h, á Heygalandi. Haugesund, norr. Haugasund, ísl. Haugasund.

Seyðar, k flt, í Rygjafylki. Saudar (Sauda), norr. Sauða, *Sauðar, flt. av *sauðr.

Stavangur, k, á Jaðara(num). Stavanger, norr. Stafangr (í Stafangri), ísl. Stafangur.

Eigundarsund, h, í Dølum. Eigersund (eisini Egersund bý), norr. Eigundarsund, ísl. Eigundarsund.

Marn(ar)dalur, k, á Øgdum. Marndal (Mandal), norr. Marnardalr, av mǫrn.

Vendilslá / Vendilslógv, kv, á Øgdum. Vendesla (Vennesla), norr. *Vęndilslá, av vęndill og .

Kristjansandur / Stórisandur, k, á Øgdum. Storesand (Kristiansand), nýtt navn, ísl. Kristjánsandur.

Valli, k hvmf, á Rábyggjaløgum (á Øgdum). Valle, norr. Valli, hvørjumfall av vǫllr.

Grømstøð, kv, á Øgdum. Grømstad (Grimstad), norr. *Gró (áarnavn), heimr og stǫð (støð).

Arná(ar)dalur, k, á Øgdum. Arendal, norr. arná (arnará) ella arnarǫrn.

Vinjar, kv flt, í Telamørk. Vinje, norr. Vinjar, av vin, ísl. Vinjar.

Skíða(n), kv, í Telamørk. Skida (Skien), norr. Skíða, ísl. Skíðan.

Porsgrunnur, k, í Telamørk. Porsgrunn, norr. pors (myrica gale) og grunnr.

Seljugerði, h, í Telamørk. Selgjord (Seljord), norr. Seljugerði.

Bøur / Bøherað, k, í Telamørk. Bøherad (Bø), norr. bǿr og herað.

Sandafjørður / Sandar, k, í Vestfold. Sandefjord, norr. Sandar, ísl. Sandar.

Túnsberg, h, í Vestfold. Tunsberg (Tønsberg), norr. Túsberg, ísl. Túnsberg.

Hørti (Hørtin?), k, í Vestfold. Horten, norr. *Hǫrti, ísl. Hortin.

Svørðvík, kv, í Vestfold. Sverdvik (Svelvik), norr. Sverðvík, av *sverfð (meldur) ← sverfa (hvirla), ísl. Sverðvík.

Høll(in), kv, í Eystfold. Hallen (Halden), norr. *hǫllin, *hallrinn.

Mors, kv, í Eystfold. Moss, norr. *Mors.

Dravn / Drøvn (?), kv, í Biskupruði. Dramn (Drammen), norr. Drafn, Drǫfn, ísl. Dröfn.

Geilar (Geilum), k, í Biskupruði. Geilo, norr. Geilum.

Bergheimur, k, í Akurshús. Bærom (Bærum), norr. Bergeimr, ísl. Bergheimur.

Ósló, kv, Oslo, norr. Ósló, Ásló, ísl. Ósló (Osló).

Tøðin (Tøðvin), kv, í Ósló. Tòdin (Tøyen), norr. Tǫðin, av tað og vin.

Skøðin, kv, í Ósló. Skòdin (Skøyen), norr. *Skǫðvin av skaði og vin.

Tótn, k, í Upplondum. Totn (Toten), norr. *Þótn, á Þótni.

Hamar(i), k, í Upplondum. Hamar, norr. Hamarr.

Djúpvík, kv, í Upplondum. Djøvik (Gjøvik), norr. Djúpvík, ísl. Djúpvík.

Ringisakur, k, í Upplondum. Ringsaker, norr. Ringisakr, ísl. Ringisakur.

Lítlihamar(i), k, í Upplondum. Veslehamar (Lillehammer), norr. Hamarr, Lítlikaupangr.

Fagurnes (Nes), h, í Valdresi í Upplondum. Nes (Fagernes), norr. *Nes.

Geysdalur, k, ú Upplondum. Gausdal, norr. *Gausa (áarnavn), gjósa, ísl. Gausdalur.

Beitum, k/kv hvmf flt, í Upplondum. Beito, norr. beitr (ið dugir at bíta) ella beit (beiti).

Dovrar (Dovri?), k flt, í Upplondum. Dovre, norr. Dofrar, ísl. Dofrar.

Dovrafjall h, í Upplondum. Dovrefjell, norr. *Dofrafjall.

Galdhæddtindur k, í Upplondum. Galdhøtinden (Galdhøpiggen), norr. gald(r) (bratt kleiv), *høð~hæð (hædd, rundur fjalltoppur) og tindr.

Niðarósur, k, í Suður-Trøndaløgum. Nidaros (bispedøme), norr. Niðaróss, av Nið (áarnavn), ísl. Niðarós.

Selabú, h, í Suður-Trøndaløgum. Selbu, norr. Selabú, av *Sęli (gamalt sjóvarnavn) og .

Steinker, h flt., í Norður-Trøndløgum. Steinkjer, norr. Steinker.

Birnadalur, h flt., á Helgalandi (í Norðlandi). Binndal (Bindal), norr. Birnadalr.

Vefsn, kv, á Helgalandi (í Norðlandi). Vefsn, norr. *Vefsn, Vefsnir, í Vefsni.

Boð(v)in, kv, í Norðlandi. Bodin (Bodø), norr. Boðin, *Boðvin, ísl. Boðvin.

Trumsoy, kv, í Trums. Trumsøy (Tromsø), norr. Trumsey.

Alta, kv, í Finnmørk. Alta, norr. alpt (svanur), *Alpti, *Alptey, sám. *Álte-eajju, (h)alte.

Hamarfestur, kv, í Finnmørk. Hamarfest (Hammerfest), norr. hamarr og festr.

Horningsvágur, k, í Finnmørk. Horningsvåg (Honningsvåg), norr. *Hornungsvágr, *Hunangsvágr.

Vørðoy / Vargoy, kv, í Finnmørk. Vordøy (Vardø), norr. Vargey, ísl. Vargey, mnor. *Vǫrð(u)øy, av varða (varði) og øy (oyggj).

Kirkjunes, h, í Finnmørk. Kyrkjenes (Kirkenes), nýtt navn, ísl. Kirkjunes.


Viðmerking

Navn:

Teldupostur (valfrítt):

Heimasíða (valfrítt):

Boð: