Songboki
Heim eiliv.no
YouTube Spotify
06.02.22

Rundkoyringin í Klaksvík av Robert Mc’Birnie

YouTube | Spotify

Tað er ein rundkoyring í Klaksvík
og beistið riggar sum hon skal.
Hettar segði Norðlýsið á fyrstu síðu.
Og tá tú so fórst inn í blaðið
var ein mynd av borgarstjóranum
sum á Brúnni stóð, og smíltist um alt snýðið.

Vit hava rundkoyring gjørt, akkurát sum í Havn
og vit vænta Karl Heri, skal geva henni navn

Vit hava havt eitt býarportur;
tað er har sum Ternan leggur at,
men nú er greitt at hettar portur ei kann nýtast.
Annars kemur skjótt tunellin
ígjøgnum okkar bakdyr inn,
og tað má ikki henda; her má sýtast.

Vit hava rundkoyring o.s.fr.

Og so mugu vit ei gloyma
listarverkið sum skal standa har.
Ja, har sum flestu klaksvíkingar fara koyra.
Kanska verður tað av Steinbjørn
ella Jákup Mikkelsen.
Uppskot – um Frændur kom har beint nú fyri oyra.

Vit hava rundkoyring o.s.fr. x2

All heider til Eirikur frå Klakksvik som skreiv ned teksti.
Lykelord: Rundkoyringin í Klaksvík tekst, Rundkoyringin í Klaksvík notar