Raun

Ró (Vestmenn) av Martin Joensen
Songboki

YouTubeSpotify

1. Sólskinstøgn yvir okkum nú,
luftin fevnandi mjúk,
einsamøll, livandi, eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.

Niðurlag:
Jørðin okkara, himinin við
døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskas um frið
alla tíð verð hjá mær…

2. Sirmið sorgblíða silkibleytt
svalir rodnandi húð,
signað vit og av gleði mett,
aldri var heimur so sannur sum nú.

Niðurlag

3. Dagmett sól søkir niðublund,
klokkan bíðandi slár,
skýmingstrøll seta friðarfund,
hoydi tú hamranna suðandi svar ?

Niðurlag

4. Máni, vøkuljós ver í nátt,
mjørki dýna ver tú,
stíga vit so um dreymagátt,
gandaði heimur, verð altíð sum nú.

Niðurlag

5. Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
teskar í tøgnini : “Alt vil tær gott, alt vil tær gott.”


Lykelord: Ró tekst, Ró lyrics, lyrics of Ró